2018-07-03 16:21
Áður fráboðaða dagføringin av netbankanum sum app á iPhone er útsett, boða peningstovnarnir frá.
Dagføringin er fyribils útsett til í august, og verandi app riggar tí sum vant.
Tað var annars fyrr í dag, at peningastovnarnir boðaðu frá, at netbankin sum app á iPhone skuldi dagførast.
Nýggja og dagførda útgávan av netbankanum sum app skal tí ikki takast niður fyrrenn einaferð í august, og kunnað verður nærri um tað seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald