2018-07-03 14:47
Hevur tú Netbankan sum app á tínari iPhone, mást tú taka nýggju og dagførdu útgávuna av Netbankanum sum app niður.
Peningastovnarnir boða frá, at nýggja appin verður tøk í morgin 4. juli, og eftir hetta ber tað ikki til at brúka verandi app longur.
Tá ið mann ritar inn í Netbankan á telefon ella teldli eftir 4. juli, fær mann eini sjálvvirkandi eini boð um at taka nýggju appina niður í App Store. Hetta er sama mannagongd, sum tá ið aðrar appir verða dagførdar.
Fyri at fáa nýggju appina at rigga, skal ein trýsta sama loynital, sum ein brúkar í dag, umframt brúkaranummar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald