Innanlands

Netflix-upplýsingar til sølu á internetinum

Føroysk KT-síða mælir til at broyta loyniorð beinanvegin

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-04 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

KT-trygdarfyritøkan Irdeto gjørdi í apríl eina kanning av fleiri sølumarknaðum á sonevnda “dark web”.

Kanningin førdi til, at Irdeto tann 13. august gav út eina frágreiðing, har tað framgekk, at teir høvdu funnið 854 lýsingar, har lýst var við sølu av loginupplýsingum til millum annað Netflix.

Tað skrivar føroyska heimasíðan KT-holan, sum hevur góð ráð innan KT. Heimasíðan mælir til, at broyta loyniorðið á Netflix beinanvegin. Eisini um ein nýtur sama loyniorð aðrastaðni á netinum, verðru viðmælt, at broyta loyniorðini har eisini.

Ráð um góð loyniorð (KT-Holan)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder