Uttanlands

Nets: Ongar ábendingar um álop

Nets er framvegis í ferð við at kanna, hví tað ikki riggaði at brúka gjaldskort í Norðurlondum í fleiri tímar í gjárkvøldið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-07-20 12:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað eru ongar ábendingar um, at tað var ávirkan uttanífrá, sum var orsøkin til, at skipanin hjá gjaldsfyritøkuni Nets ikki riggaði í gjárkvøldið, skrivar Nets í tíðindaskrivi í dag sambært donskum miðlum.

Nets er framvegis í ferð við at kanna orsøkina til trupulleikan, sum hevði við sær, at tað ikki bar til at rinda við gjaldskorti i umleið tríggjar tímar í gjárkvøldið.

Hetta ávirkaði gjaldskort í Norðurlondum, og eisini varð boðað frá trupulleikum aðrastaðni. TV2 skrivar m.a. at tey hava fingið yvir 60 fráboðanir frá dønum, sum hava upplivað trupulleikar kring heimin.

Nets fer at kanna, hvørji tiltøk kunnu vera neyðug fyri at styrkja skipanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder