Seinnapartin hevði Starvsmannafelagið aðalfund, og í hesum sambandi stóðu tveir nevndarsessir fyri vali.
Vald í nevndina vórðu Noomi K. Rasmussen, sum starvast í Sunda kommunu og Hilmar Augustinussen, sum arbeiðir á Gjaldstovuni, boðar Starvsmannafelagið frá í tiðindaskrivi.
Noomi K. Rasmussen varð nývald, meðan Hilmar Augustinussen varð afturvaldur.
Noomi varð fyrstvald og Hilmar Augustinussen var næstvaldur.
Sum eykavald vóru Jóngerð Simonsen og Svend Erik Saxov, sum fingu ávíkavist triðflestar og fjórðflestar atkvøður.
Nevndarlimirnir í Starvsmannafelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og skuldu tveir sessir mannast hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald