Innanlands

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur fram

Fríggjadagin var aðalfundur í Føroya Arbeiðsgevarafelag – Jón Sigurdsson og Høgni Hansen halda fram sum formaður og næstformaður

Jón Sigurdsson og Høgni Hansen halda fram sum ávikavíst formaður og næstformaður (Savnsmynd: Industry.fo)

Jón Sigurdsson og Høgni Hansen halda fram sum ávikavíst formaður og næstformaður (Savnsmynd: Industry.fo)

2023-06-05 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 2. juni var aðalfundur hildin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Á nevndarvalinum stóðu Jens Meinhard Rasmussen, Kristoffur Laksá og Fróði Magnussen fyri vali, og vórðu teir allir afturvaldir.  Nevndin heldur sostatt fram óbroytt, skrivar Vinnuhúsið.

Eftir fundin skipaði nevndin seg við Jón Sigurdsson sum formanni og Høgna Hansen sum næstformanni.

Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita sostatt Jón Sigurdsson, Høgni Hansen, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Árni Ellefsen, Odd Eliasen, Jens Meinhard Rasmussen og Ólavur Bjarkhamar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder