Innanlands

Nevndin í Føroya Prentsmiðjufelag heldur fram

Jon Hestoy og Gunvá við Keldu halda fram sum ávikavist formaður og næstforkvinna

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2026-04-27 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jon Hestoy heldur fram sum formaður í Føroya Prentsmiðjufelag.

Tað er greitt, eftir aðalfund felagsins 22. apríl, skrivar Vinnuhúsið.

Á aðalfundinum stóð Gunvá við Keldu fyri vali, og hon varð afturvald í nevndina.

Nevndin í Føroya Prentsmiðjufelag er nú mannað við Gunvá við Keldu, Joni Hestoy, Eiriki Lindenskov og Sissal Hestoy.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Joni Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder