Innanlands

Nevndin í KT-felagnum heldur fram

Á aðalfundinum í farnu viku stóðu nevndarlimir Ulla Joensen og Fróði Magnussen fyri vali, og Gudny Langgaard stóð fyri vali sum tiltakslimur, og øll blivu afturvald – Nevndin skipaði seg á sama hátt sum áðrenn

(Mynd: Industry.fo)

(Mynd: Industry.fo)

2023-05-03 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku var aðalfundur hjá KT-felagnum.

Á fundinum stóðu nevndarlimir Ulla Joensen og Fróði Magnussen fyri vali, og Gudny Langgaard stóð fyri vali sum tiltakslimur, og øll blivu afturvald, skrivar Vinnuhúsið.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árðenn við Ullu Joensen sum forkvinnu. Hini í nevndini eru Fróði Magnussen, Ólavur Ellefsen, Jan Ziskasen, Snæbjørn Jacobsen og Gudny Langgaard.

KT-felagið arbeiðir miðvíst fyri at betra yvirskipaðu karmarnar hjá KT-vinnuni og at fáa Føroyar í fremstu røð, tá tað snýr seg um KT. Felagið er bæði fyri tey, ið virka á føroyska marknaðinum, og tey, ið royna seg við útflutningi.

Seinastu árini er serligur dentur lagdur á trý høvuðsøki: Keyp FøroysKT, útbúgving, og talgilding.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder