Tað er ørkymlandi at hoyra, at eitt ungt menniskja er dømt til forvaring í eitt óavmarkað tíðarskeið.
Psykiatriski depilin gjørdi longu í 2011 vart við, at tey ikki vóru før fyri at viðgera viðkomandi persón. Í 2017 hendi nakað vanlukkuligt og í juni 2018 fall dómurin í sokallaða “Øksamálinum”. Á síðulinjuni sita fólk, sum eru avvarðandi, tann sum hevur verið fyri ágangi, viðgerðar og røktarfólk, og spyrja hvussu hetta kundi henda?
Sinnisbati er fegin um avgerðina, at vit í Føroyum ikki senda okkara psykiatrisku sjúklingar av landinum longur, og slettis ikki ung undir 18 ár. Tað er so jaligt, at vit eru farin burtur frá hesum, og taka ábyrgd fyri okkara egnu, sum hava sálarsjúku her á landi.
Tó vita vit eisini, at á teimum flestu depilunum á LSer ikki gjørligt at bjóða allar serviðgerðir, og hetta er eisini galdandi á psykiatriska deplinum, ella eind undir Almannaverkinum, ið varðar av fólki við sálarsjúku..
Tað sum undrar okkum í Sinnisbata er, hví hesin ungi maður, sum longu í 2011 fekk akutta álvarsama sálarsjúku staðfesta, ið krevur serðviðgerð, ikki hevur fingið ta hjálp honum tørvar, eins og aðrir bráðfeingins sjúklingar her á landi, tey seinastu 7 árini. Vit senda fólk til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum og
aðrastaðni uttanlands fyri hundraðtals milliónir árliga, og henda upphæddin veksur alsamt. Ungi maðurin, sum í Føroya Rætti er dømdur, hevur verið álvarsama sjúkur í 7 ár ella meira. Í staðin fyri at senda hann (í øllum førum nakað av tíðini) hagar hann kundi fingið skikkaða langtíðar psykiatriska viðgerð, verður maðurin viðgjørdur í eini skipan, sum í hesum føri vísir seg ikki at hava megnað tað rættiliga.
Ein kundi eisini spurt, hvat vilja vit her á landi við okkara heilsuverki og almannaverki – um so sjúkur tannáringur, og ein nú ungur maður ikki kann fáa alla ta hjálp honum tørvar? Vit í Sinnisbata vilja fara so langt, sum at spyrja: “Hava hesir stovnar og allir aðrir viðkomandi føroyskir myndugleikar fingið eina skøvu í sín legitimitet og spælt fallit her?” At hjálpa hesum unga manninum er sjálvsagt kjarnuuppgávan og tað vælferðartænasturnar og viðkomandi almennu stovnarnir eru til fyri. Ein sera óheppin avleiðing av slíkari hending, sum mann kundi sloppið undan, eru, at allir fordómar, tabu og stigma, ið Sinnisbati sum áhugafelagsskapur arbeiðir við at basa, fáa eitt ordans bakkast. Hóast massivar
lýsingarherferðir uttanlands og her heima um at sálarsjúka er eins fjølbroytt og ófarlig fyri samfelagið og nærsambond, og somatiskar sjúkur, fær skarpan gang . Hetta málið hevur við sær, at nógvir fordómar og fávitska blussa upp aftur, og fólk blíva varin og bangin fyri fólki við sálarsjúku. SO sjúkur, sum hesin maður
er og hevur verið, er tíbetur rættiliga sjáldsamt, og er ein evarska lítil partur av hópinum, sum hava viðgerðarkrevjandi sálarsjúku.
Tá ið gongdin í málinum er kannað og eftirmett til botns vóna vit í Sinnisbata, at hetta ongantíð hendir aftur í Føroyum. Vit vóna somuleiðis, at sjúklingar við so álvarsligari sálarsjúku á jøvnum føti við aðrar sjúklingar fáa skjóta og nútímans bráðfeingis viðgerð, ið teimum tørvar, og verða vard ímóti at gera skaða á seg sjálvan og onnur.
Hetta skriv er ein áminning og innilig áheitan til okkara politiska vald um at uppraðfesta, serliga játtan til teir stovnar, ið eru nevndir omanfyri, og seta tann pening av, sum er realistiskur og nøktandi til tilbúgvingar, røkt og viðgerð av ungum fólki, sum hava álvarsama sálarsjúku.
Nevndin í Sinnisbata
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald