Innanlands

Nevndirnar framvegis ikki komnar uppá pláss

Tingfundurin er aftur niðurlagdur - hesaferð til klokkan 15. Sum skilst er tað mesta í býtinum millum flokkarnir við at koma uppá pláss, men framvegis vantar ymiskt, og full semja er als ikki

Serliga í Fólkaflokkinum eru nógv, sum skulu vera rímiliga nøgd, meðan tað ikki neyðuga verður so lætt at finna semju hjá Sambandsflokkinum: Serliga ikki um stóra sessin í Fíggjarnevndini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Serliga í Fólkaflokkinum eru nógv, sum skulu vera rímiliga nøgd, meðan tað ikki neyðuga verður so lætt at finna semju hjá Sambandsflokkinum: Serliga ikki um stóra sessin í Fíggjarnevndini (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-20 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan Dahl lat í fyrstu syftu flokkarnir hava til klokkan 13 at endaliga áseta nevndirnar í nýggja løgtinginum.

Her var løgtingformaðurin tó heldur nakað bjartskygdur, og fyri lítlari løtu síðani staðfesti hann, at tingfundurin aftur er niðurlagdur í umleið tveir tímar.

Klokkan 15 verður tingfundurin tikin uppaftur

Telva framvegis millum flokkarnar - og í onkrum flokkum

Tað sær eisini út til at vera ósannlíkt, at tað fer at eydnast at hava alt uppá pláss til ta tíð: At alt hetta er avgreitt uppá smáar tveir tímar.

Sum vit skilja her, er forfólkabýti komið uppá pláss: Eins og við landsstýrissessunum fær Fólkaflokkurin tríggjar forfólkasessir í nevndunum, Sambandsflokkurin tveir - millum annað Fíggjarnevndina - og Javnaðarflokkurin tveir

Men hvussu allar nevndirnar síggja út, er óvist enn. 

Og so er tað innanhýsis. Her sær Javnaðarflokkurin út til at vera komin longst at áseta, hvørji tingfólk skulu hvar, meðan tað er heldur størri telving hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkurin. 

Serliga í Fólkaflokkinum eru nógv, sum skulu vera rímiliga nøgd, meðan tað ikki neyðuga verður so lætt at finna semju hjá Sambandsflokkinum: Serliga ikki um stóra sessin í Fíggjarnevndini.

[object Object]
Hvussu telvar Sambandsflokkurin? (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Sjey limir skulu veljast í tær seks føstu nevndirnar hjá løgtinginum. Tær eru Fíggjarnevndin, Vinnunevndin, Uttanlandsnevndin, Trivnaðarnevndin, Rættarnevndin og Mentanarnevndin.

Dagført: 13.15


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder