
Sunnumorgunin lat markið við Rafah millum Egyptaland og Gaza upp fyri neyðhjálp, og Reyði Krossur væntar tí eina økta nøgd av neyðhjálp í Gazageiranum.
Fleiri lastbilar við neyðhjálp eru longu koyrdir inn í Gaza, men hvussu nógvir talan er um, er ógreitt.
Tað var fríggjadagin, at vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas kom í gildi, men fríggjadagin og leygardagin var kortini torført at fáa neyðhjálp inn. Hóast fleiri lastbilar eru farnir inn í Gaza við neyðhjálp í morgin, tekur tað tíð at skráseta og góðkenna lastbilarnar. Teir skulu nevniliga kannast fyri at tryggja, at einki ólógligt kemur inn í Gaza.
Í fyrstu atløgu er tað matur og heilivágur, sum hevur hægstu raðfesting, sigur Reyði Krossur sambært Ritzau.
Eisini er neyðhjálp byrjað at koma inn umvegis markið millum Ísrael og Gaza.
Sambært avtaluni um vápnahvíld skal eisini latast upp fyri neyðhjálp til Gaza, men tað er fyribils ógreitt, nær tað verður latið heilt upp fyri neyðhjálp til palestinska økið, og hvussu nógv neyðhjálp sleppur inn komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald