Innanlands

Neyðhjálpin farin í fíggjarnevndina

Tingfólk fýlast á, at tað verður latið ov lítið av pengum til jarðskjálvtaoffrini - væntandi kemur eitt broytingaruppskot frá fíggjarnevndini

Neyðin er stór í Turkalandi og Sýria eftir jarðskjálvtan seinasta mánadag (Mynd: EPA)

Neyðin er stór í Turkalandi og Sýria eftir jarðskjálvtan seinasta mánadag (Mynd: EPA)

2023-02-14 13:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri løtu síðani endaði fyrsta viðgerðin av uppskotinum um bráðfeingis játtanarlóg til tess at játta 7 milliónir í neyðhjálp til Ukraina og 500.000 krónur til tey neyðstøddu eftir jarðskjálvtan í Turkalandi og Sýria.

Tað er møguligt, at upphæddirnar verða broyttar, nú málið fer til viðgerðar í fíggjarnevndini.

Fleiri tingfólk høvdu á munni, at tað var ikki nógv at lata eina hálva millión krónur til at bøta um ræðuleikarnar, sum offrini eftir jarðskjálvtan uppliva í løtuni.

- Tað er ikki meira enn ein Lada-bilur, helt Johan Dahl úr Sambandsflokkinum.

Løgmaður greiddi frá, at upphæddin er tann, sum Reyði Krossur Føroya bað um í sambandi við at felagsskapurin fer at senda pengar avstað.

Løgmaður greiddi frá, at undir vanligum umstøðum hevði landsstýrið latið hesar pengar beinanvegin, men av tí, at ongin fíggjarlóg er galdandi í løtuni, og harvið heldur ongin játtan til neyðhjálp, so mátti málið leggjast fyri løgtingið fyrst.

Í tinginum var eisini sett spurnartekn við, um tað er rættast at lata neyðhjálpina til Ukraina umvegis ST-flóttafólkastovnin UNHCR.

Tingfólk spurdu, um tað ikki eru føroyskir hjálparfelagsskapir, sum kundi hjálpt líka so væl, og kanska fingið ein part av hesi játtan. Elsebeth M. Gunnleygsdóttir nevndi felagsskapin Eysturhjálp, sum virkar í økinum í løtuni.

Møguliga kemur eisini eitt broytingaruppskot úr fíggjarnevndini hesum viðvíkjandi.

Áðrenn málið er endaliga avgreitt, skulu (minst) tríggir tingfundir setast afturat.

Ætlandi verður tingfundurin settur aftur 14.30. Bert framløga er á skránni til tann fundin til framløgu av fíggjarnevndarálitinum. Síðan skal nýggjur fundur setast til 2. viðgerð av málinum, har tað eisini verður atkvøtt. Og so nýggjur fundur til triðju viðgerð við endaligu atkvøðugreiðsluni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder