Uttanlands

Neyðrættarstøða í amerikonskum býi

Mótmælini móti ICE hava spreitt seg til fleiri býir, m.a. Spokane í Wshington, har borgarstjórin hevur lýst neyðrættarstøðu

Fríggjadagin í farnu viku byrjaðu mótmælini í Los Angeles. Nú verður mótmælt í fleiri amerikonskum stórbýum, m.a. New York (Mynd: EPA)

Fríggjadagin í farnu viku byrjaðu mótmælini í Los Angeles. Nú verður mótmælt í fleiri amerikonskum stórbýum, m.a. New York (Mynd: EPA)

2025-06-12 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan fríggjadagin í farnu viku hava stór mótmæli verið í amerikanska stórbýnum Los Angeles. Mótmælini byrjaði, eftir at immigratiónsmyndugleikin ICE hevði handtikið fleiri fólk í økinum, og mótmælini hava nú spreitt seg til fleiri stórbýir í landinum.

Mótmæli eru m.a. eisini í stórbýunum Chicago, New York og San Francisco, men størstu mótmælini eru í Los Angeles, har m.a. Tjóðarhirðin er settur inn at hjálpa løgregluni at handfara mótmælini.

Týskvøldið varð útfaringabann sett í gildi í Los Angeles, og útfaringarbann er nú eisini sett í gildi í býnum Spokane í statinum Washington. Bannið er galdandi frá klokkan 21.30 á kvøldi til klokkan fimm morgunin eftir.

Lisa Brown, borgarstjori í Spokane hevur lýst neyðrættarstøðu í býnum. Undantikin útfaringarbanninum eru bjargingarfólk, journalistar og fólk, sum skulu til og frá arbeiði. Higartil eru yvir 30 fólk handtikin í býnum í sambandi við mótmælini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder