Neystagrundirnar í Árnafirði eru nú byggiklárar. Arbeiðið, sum Malltek hevur staðið fyri vegna kommununa, er nú liðugt og neystaeigararnir kunnu nú veruliga fara til verka.
Klaksvíkar býráð samtykti í fjør, at farast skuldi undir at gera klárt soleiðis, at borgarar í Árnafirði og í Klaksvík kunnu byggja sær neyst. Við hesum varð samstundis latið upp fyri, at neystini kunnu byggjast sum summarhús. Í dag hava neystaeigararnir undirskrivað skeytið, og frøin á neystaeigarunum var sjálvsagt stór.
Umframt arbeiðið, sum kommunan hevur staðið fyri, so hava neystaeigararnir samstarvað um eina felags loysn fyri, hvussu neystini annars skulu síggja út, soleiðis at øll verða eins, skrivar kommunan,
Tummas Lervig, formaður í Havna- og vinnunevndini, fegnast um, at neystaeigararnir hava samstarvað um eina felags loysn, tí tað fer avgjørt at gera heildarmyndina serstaka og vakra. Hann sigur eisini, at hetta er ein verkætlan, sum avgjørt hevur verið spennandi at fylgt, tí arbeiðið hevur gingið væl og samstarvið við kommuna hevur verið fyrimyndarligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald