At døma eftir útsagnunum frá umboðum fyri fimm av teimum sjey umboðaðu flokkunum, fer Løgtingið neyvan at leggja seg út í verkfalsrættin hjá føroysku fakfelagrørsluni. Við at lóggivið fyri undantøkum, hevði politiski myndugleikin tikið sterkasta vápnið frá fakfeløgunum, tykjast flestu flokkar at vera samdir við fakfelagsrørsluni í, skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni, nú politiskur kjakfundur hevur verið.
Politikararnir fara neyvar at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Hetta var ein av niðurstøðunum, sum vit kunnu gera, eftir almenna kjakfundin, sum Starvsmannafelagið skipaði fyri eftir aðalfundin fyrr í mánaðinum. Fimm av teimum sjey flokkunum, sum eru umboðaði á løgtingini, sótu við pallborði
Tvey evni vóru til umrøðu. Tað fyrra var undantøk í sambandi við verkfall. Seinna málið snúði seg um at skerja arbeiðsvikuna niður í 37 tímar.
Les fleiri útsagnir hjá umboðunum fyri flokkunum á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald