Innanlands

Nic.fo aftur virkin

Heimasíðan hjá .fo umsitingini er nú aftur virkin á netinum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-19 07:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heimasíðan hjá .fo umsitingini, nic.fo, er nú aftur virkin á netinum. Skipanin, ið
umsitur føroyska navnaøkið, hevur verið sløkt, síðan hon var fyri álopi av
teldusníkum herfyri.

Nú heimasíðan aftur er tøk, er tað í heilt nýggjari skipan og tryggum kørmum.

Arbeiðið við at umleggja bleiv drúgvari enn ætlað. Hetta tí nýggja og gamla
skipanin byggja á heilt ymiskar dátugrunnar.

Eingi óráð vórðu tikin, og tí er øll avgreiðsla av broytingum í navnaøkinum
avgreidd manuelt seinastu tíðina – umvegis teldupost og telefon.

Men nú ber aftur til at stovna, strika ella flyta navnaøki á nic.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder