Innanlands

Niður í 8 kuldastig

Danska veðurstøðin boðar frá óvanliga køldum veðri í Føroyum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-01-30 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Næstu 24 tímarnir gerast óvanliga kaldir í støðum, boðar danska veðurstøðin DMI frá.

Danmarks Meteorologiske Institut skrivar, at hitin liggur millum 3 kuldastig til 3 hitastig í dag. Í kvøld og í nátt gerst enn kaldari og tað fer niður á frostmarkið og niður í 5 kuldastig. Onkrastaðni verður so kalt sum 8 kuldastig.

Norska veðurtænastan YR sigur ikki frá so køldum veðri, men lovar hóast alt nógvan kulda.

Fylg veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder