Uttanlands

Niðurlond i stjórnarloysi

Konservativa stjórnin hevur lagt frá sær eftir at flokkurin hjá Geert Wilders hevur tikið ser úr samstarvinum

Dick Schoof hevur kastað frá sær (Mynd: EPA)

Dick Schoof hevur kastað frá sær (Mynd: EPA)

2025-06-04 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsætisráðharrin í Niðurlondum, Dick Schoof, hevur lagt frá sær eftir at frælsisflokkurin (PVV) hjá Geert Wilders hevur tikið seg úr stjórnarsamstarvinum.

Hesum boðaði Dock Schoof frá í gjár, sambært Reuters.

Wilders tók flokk sín úr niðurlendska stjórnarsamstarvinum fyrrapartin í gjár orsaka av ósemju um tilflytarapolitikkin.

Stjórnin uttan frælsflokkin heldur fram sum fyribils stjórn, til nýggj stjórn er skipað, sigur fráfarandi forsætisráðharrin.

Tað hendir tó helst ikki fyrr enn eftir at nýval hevur verið. Schoof hevur tó ikki skriva út val, ella sagt nakað um, hvørt val skal haldast ella ikki.

Dick Schoof sigur samstundis, at hann heldur, at tað var óneyðugt av Wilders at taka frælsisflokkin úr stjórnini.

Stjórnarsamstarvið varð skipað í juni í fjør.

Umframt frælsisflokkin hava tríggir aðrir konservativir flokkar sitið í stjórnini: Fólkaflokkurin fyri frælsi og fólkaræði (VDD), nýggj sosial kontrakt (NSC) og bónda-borgara-rørslan (BBB).

Dick Schoof, sum er fyrrverandi ovasti fyri fregnartænastuni og embætismaður, hevur ikki tilknýti til nakran av flokkunnum, og er ikki valdur í niðurlendska tjóðartingið.

Undan stjórnarskipanini gingu fleiri mánaðir við samgongusamráðingum. Tjóðartingsvalið í Niðurlondum varð hildið í november 2023 – sjey mánaðir áðrenn at stjórnin varð skipað.

Frælsisflokkurin gjørdist størstur á valinum, men Geert Wilders mátti, eftir at samráðingar høvdu verið í nakrar mánaðir, ásanna, at hann ikki kundi fáa meiriluta fyri sjálvur at verða valdur til forsætisráðharra.

Tað er møguligt, at hinir flokkarnir í stjórnarsamgonguni kunnu halda fram sum minnilutastjórn, men við fráboðanini hjá Schoof í gjár, bendir onki á, at tað fer at henda, skrivar Ritzau.

Tí er ógreitt hvussu leingi hinir konservativu flokkarnir kunnu halda fram í stjórnarsamstarvinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder