- Eg vænti at niðurstøðan er klár í næstu viku.
Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í mentamálaráðnum í stuttari viðmerking til Portal.fo. Hann sigur, at málið fyri sovítt næstan er avgreitt, men síðsta hond verður lagt á nú, áðrenn niðurstøðan kann kunngerðast fyri almenninginum.
Norðlýsið skrivaði í 2. juli, at málið varð seinkað, tí nýggjur løgfrøðingur skuldi viðgera málið. Grundin skuldi vera, at løgfrøðingurin, sum hevur viðgjørt málið, var farin í annað starv í umsitingini. Aðalstjórin í mentamálaráðnum sigur tó, at hettar ikki er rætt. Hann váttar at løgfrøðingurin er farin í annað starv, men sigur at viðgerin tó enn verður hjá hesum sama løgfrøðingi.
Poul Geert Hansen hevur ongar niðurstøður til niðurstøðuna sjálva, ella um Liljan Weihe fer í starv aftur sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum, um hon fær viðhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald