Seinnapartin í morgin, fríggjadagin 18.06, letur málningaframsýning hjá Niels Jensen upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini verða akrylmálingar, umframt kol og pastellmyndir, ið eru teknaðir á krossvið. Flestu myndaevnini hjá Niels eru fólk.
Niels hevði sína fyrstu framsýning í Smiðjuni fyri 25 árum síðani. Síðan tá hevur hansara list verið sýnd fram fleiri ferðir í Smiðjuni, umframt at hann hevur sýnt fram í Danmark, har hann eisini hevur fingið unndrivísing í klassiskari tekning á Ny Carlsberg Glyptotekinum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 18. juni klokkan 14, og verður hon opin fram til týsdagin 22. juni
Upplatingartíðirnar eru hesar:
Fríggjadagin: 14-20
Leygaragin: 12-20
Sunnudagin: 12-20
Mánadagin 14-20
Týsdagin: 14-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald