Innanlands

Niels Juel Arge nýggjur fíggjarleiðari í høvuðsstaðnum

Úr Samferðslumálaráðnum til Tórshavnar kommunu

2019-02-08 14:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Niels Juel Arge varð herfyri settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud og hevur eina journalistiska eftirútbúgving.

Niels Juel er royndur leiðari innan fíggjarliga økið. Hann hevur verið fíggjarstjóri á P/F Poul Michelsen, verið virkandi stjóri í eitt tíðarskeið hjá tryggingarfelagnum Trygd, verið íløguráðgevi og deildarleiðari fyri Corporate Finance í BankNordik og fíggjarleiðari á Strandferðsluni.

Eitt tíðarskeið var hann virkandi stjóri á Strandferðsluni og hann hevur eisini verið fulltrúi í Samferðslumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum.

Niels Juel Arge er her avmyndaður saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eydnu Justinussen, fyrisitingarstjóra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder