
Týsdagin 23/2 - fyllir Niels Petur Nolsøe, lærari i Vági 80 ár.
Niels Petur er sonur Jenny f. Jacobsen av Nesi í Vági og Jens Mohr Nolsøe ættaður úr Puntabyrgi á Tvøroyri. Abbi Niels Petur kom av Tvøroyri suður til Vágs sum bedingsmeistari til skipasmiðjuna í Vági.
Niels Petur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1969 og hevur verið lærari í Vágs skúla síðan tá.
Niels Petur hevur undirvíst í føroyskum, týskum og enskum og hevur luttikið í fleiri skeiðum í hesum fakum. Niels Petur hevði síni serligu evnir sum lærari, tí tá hurðin varð latin aftur til floksstovuna, ráddi Niels Petur einsamallur. Hann var altíð í góðum lag, og segði altíð okkurt stuttligt og áhugavert fyri at fáa næmingarnar í góðum lag.
Hann var ein meistari at undirvísa bæði í føroyskum og í týskum. Hann dugdi sera væl at læra frá sær og ikki minst at halda stýr á flokkunum í skúlastovuni, so friðarligt og stilt varð. so hvør næmingur altíð fekk sum mest burtur úr undirvísingini.
Niels Petur stóð fyri Vágs kvøldskúla frá 1977 - 1992, og var limur í Vágs býráð 1975 og 1976. Eitt tveyára skeið, fyri at løgtingsval og býráðsval ikki skuldi fella saman. Um Niels Petur ikki var komin inn í býráðið hesi bæði árini, varð eingin skúli bygdur.
Vit høvdu tekningar av nýggjum skúla við 25 m. svimjihøll og øllum teimum fakhølum, sum hoyrdu til ein modernaðan skúla. Sjálvt um vit høvdu landsskúlastjóran Ludvig Petersen við okkum, vildi Arnskov, sum var 5. limurin og sat fyri Ríkisumboðið í Skúlastjørnini, halda seg til 16 ⅔ m langan hyl, sum var tað longstu skúlahyljar kundu verða, so tí mátti gerast eitt undantak fyri okkum. So var at tosa við teir 4 limirnar úr teimum stóru løgtingsflokkunum í Landsskúlaráðnum. Tað skuldi eitast, at eg fór til Havnar at vitja konu mína Marnu, sum beint tá hevði átt Anniku á LLS, men tað var samstundis fyri at tosa við teir 4 politikkararnar sum sótu í ráðnum. Eg fór fyrst til sambandsmannin, sum var leiðari á Barnaheiminum í Havn, síðani út á Strendur til folkafloksmannin skúlastjóran Edmund í Garði, og so norður til Gøtu til vinmannin javnaðarmannin, læraran Petur Eli Mikkelsen. Allir søgdu teir JA. Trupulleikar vóru ikki av at tosa við tjóðveldismannin, flokksbróðurin Signar á Brúnni. Tá so fundur bleiv og byggingin viðtikin, var tað ein, sum bleiv púra óður, og tað var Arnskov, men tá hjálpti eingin góða mamma. Skúlin við 25 m svimjihyli bleiv bygdur, men tað var bert tí, at Niels Petur Nolsøe sat sum varaborgmeistari hetta 2 ára skeiðið í býráðnum, at nakar skúli í heila tikið varð bygdur í Vági. Sigast skal tó um Arnskov, at hann blíðkaðist skjótt aftur. Tá íð tíðini fingu kommununar statsstudning til skúlabyggingar. Til eina tjóðveldisveitslu í Vági segði blaðstjórin Ólavur Michelsen við meg, at tað varð løgið, at vit kundu fáa statsstudning hvønn mánaða til Vágs skúla, meðan vit bygdu, og tey í Havn ikki kundi fáa statsstudningin til Eysturskúlan, fyrrenn hann var liðugt bygdur. Ólavur sat sjálvur í Havnar kommunu, so hann visti um hetta.
Jú, Niels Petur, okur løgdu lív og heilsu í skúlan, børnini og frálæruna, men okur dugdu tó eisini at liva og nýta løturnar, sum lupu av.
19.sept eitt árið, tá heystfiskurin var komin at landinum, vóru vit báðir Niels Petur og eg ein seinnapart á degi við innstalleringinum hjá mær á floti úttan fyri Porkerisnes við snøri og fylti bátin við hesum flotta blanka toskinum, ella í nátatíðini, um klúgvandi var, altíð ein túr norður ímóti Lítlu Dímun. Varð rópt grindaboð, og grindin var í námind, so varð altíð givið skúlanum frí.
Krýatúruni hava verið eitt og alt fyri Niels Petur. Hann arvaði sum einasti sonur ein ⅙ av Gjógvara haga eftir pápa sín, so seyðurin hevur havt alt at týða fyri Niels Petur heila lívið. Hann hevur passað seyðin væl og hevur eisini havt fram úr góðan seyð.
Tá eg fór at fáast við seyð, fekk eg eitt reyðlitt gimburlamb frá honum. Eg slepti tað í Tofthaga, men sá tað ikki aftur í langa tíð. Tá eg so fann tað, gekk tað ovarliga í Tofthaga vestur ímóti Botnhaga markinum, tað troðaði aftur til, har tað hoyrdi heima í Gjógvara fjalli. Seinni fann so eisini slektin undan tí pláss at liggja sama stað har í haganum . Niels Petur segði mær eisini hvørjum slag, tað var undan, tí hann hevði ættartalvu til allan seyðin, og lat meg leggja afturat, at kjøtið av hesum seyðaslagnum smakkaði eisini sera væl.
Hanna og Niels Petur fingu trý børn: Bjartur, Rúna og Rakul. Rakul sum eg eri gubbi at, og Bjartur og Rúni eru øll komin væl undan. Niels Petur var javnaðarmaður í gomlum døgum, og okur fara at ynskja Rakul góða eydnu, nú hon er vald inn í Vágs býráð á javnaðarlistanum. Gott við kvinnum har á listanum. Niels Petur og Sólva funnu saman í hjúnarlag á eldri árum, og tit skullu hava takk fyri allar tær mongu góðu løturnar, vit hava havt saman.
Niels Petur er yrkjari av Guds náði. Tað er ikki ein føðingardagur ella veitsla í Vági, at tað ikki er ein sangur frá Neptun við borðið. Eisini sálmar hevur hann yrkt. Allar hansara yrkingar avspegla hansara alsk til natúruna og tey fólk, sum eru rundan um hann. Niels Petur hevur givið út bøkur av tí, sum hann hevur yrkt, og lat meg nevna yrkingarsavnið : “Smátúgvur”, har hann heilsar bókini við ørindinum um Beinisvørð:
Úr havsins bláa bláma seg hevjar kempa sterk,
ið millum mangar aðrar er Harrans bygningsverk,
so ørandi er hæddin - ið røkkur upp ´mót ský -
ei slíkur arkitektur er til í vára tíð.
Takk fyri trúfesti og gott vinalag.
Hjartaliga til lukku við 80 ára degnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald