Mentan

Níggju faldað hurrá fyri Margretu drotning

Fredensborg Slot er karmur um føðingardagin hjá 85 ára gomlu drotningini

(Mynd: EPA-EFE/Ida Marie Odgaard)

(Mynd: EPA-EFE/Ida Marie Odgaard)

2025-04-16 16:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um middagsleitið bleiv rópt níggju faldað hurrá fyri Margretu drotning á Fredensborg Slot, har hon helt sín 85 ára føðingardag.

Til høvið hevði Kongshúsið bjóðað borgarum og tíðindafólkum innar í slotsgarðin á Fredensborg Slot. Her spældi kongaliga lívverjudeildin eisini nøkur løg.

Í januar 2024 gav Margreta drotning trónuna víðari til sonin Fríðrik kong.

Lítið verður gjørt burturúr føðingardegnum í ár. Nærmasta familja, vinir og umboð frá hovinum.

Sí eisini: Kongaligur 18 ára føðingardagur í Keypmannahavn

Sí myndir frá hátíðarløtuni í góðrinum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder