Innanlands

Níggju føroyskar verkætlanir fáa stuðul úr Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

Hesar verkætlanir fáa tilsamans 300.000 krónur

Frá vinstru: Carina Heinesen á Rógvu, Jákup Simonsen, Jóan Petur Hentze, Heiða Björg Hilmisdóttir (borgarstjóri í Reykjavík), Elsa Berg (borgarstjóri í Tórshavn), Kjartan Magnússon, Nitta Lyberth-Mørch, Lone Rosengreen Pedersen (býráðslimur í Sermersooq kommunu - tað barst borgarstjóranum frá at vera við á fundinum), Alexandra Briem og Pernille Ødegaard (Mynd: Torshavn.fo)

Frá vinstru: Carina Heinesen á Rógvu, Jákup Simonsen, Jóan Petur Hentze, Heiða Björg Hilmisdóttir (borgarstjóri í Reykjavík), Elsa Berg (borgarstjóri í Tórshavn), Kjartan Magnússon, Nitta Lyberth-Mørch, Lone Rosengreen Pedersen (býráðslimur í Sermersooq kommunu - tað barst borgarstjóranum frá at vera við á fundinum), Alexandra Briem og Pernille Ødegaard (Mynd: Torshavn.fo)

2025-06-28 10:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur í vikuni havt sín árliga fund, sum í ár var í Reykjavík.

Á fundinum skuldi millum annað støða takast til stuðulsumsóknir til grunnin, og hesa ferð varð gjørt av, at veita níggju føroyskum verkætlanum stuðul upp á tilsamans 300.000 krónur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Felagsgrunnurin Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur sum endamál at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, sum kunnu fremja og menna samstarvið millum Reykjavíkar, Tórshavnar og Sermersooq kommunu og millum borgararnar í teimum trimum kommununum. Í grunninum eru umboð úr Reykjavík, Nuuk og Tórshavn.

Treytin fyri stuðli er, at verkætlanirnar inndraga minst eina av hinum høvuðsstaðarkommununum.

Tær níggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu millum 10.000 og 65.000 krónur:

  • Bogi Andreasen – listaframsýning í Reykjavík
  • The Laboratory of Vulnerability in the North og forlagið Eksil – Three Rivers, ein geopolitisk verkætlan í trimum londum við filmi, bókmentum og tónleiki
  • Havnar Svimjifelag – Reykjavík International Games 2026
  • Osgood/Blak/Poulsen – Konsertir í Tórshavn, Reykjavík og Nuuk við Osgood/Blak/Poulsen
  • Norrøna Felagið – Foreningerne Nordens Hovedstadstræf 2026
  • Resterne af Rigsfællesskabet v/ Heðin Ziska Davidsen – Summartónar 2025
  • The Laboratory of Vulnerability in the North og forlagið Eksil – Litteraturfestivalur um kolonialismu og veðurlag – Føroyar, Ísland, Sami og Grønland
  • Kári Sverrisson, Tóta Árnadóttir, Urd Johannesen – Söguhringur
  • Eydnudeild Føroyar, Lundapisurnar - Skifti millum Eydnudeildarlið í Føroyum og í Grønlandi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder