placeholder
Mentan

Níggju handrit komin inn

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli var úti 1. mars – Fyriskiparar siga seg fegnast um undirtøkuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-07 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Freistin at lata inn handrit til skaldsøgukappingina hjá Bókhandlarafelagnum og H.N. Jacobsens Bókahandli, sum var útskrivað á vári í fjør, var úti 1. mars, og níggju handrit komu inn.

Dómsnevndin – Kári Árting, Bergur Rasmussen og Marianna Hoydal – skulu nú taka støðu til handritini, og vinnarin verður kosin á Bókadøgum í heyst.

Skaldsøgukapping hevur verið tvær ferðir áður. Fyrstu ferð vann Marjun S. Kjelnæs við skaldsøguni Óendaliga vera, og aðru ferð vann Oddfríður M. Rasmussen við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá.

Bókhandlarafelagið og H.N. Jacobsens Bókahandil siga seg fegnast um, at so nógv høvdu hug at luttaka í kappingini um 75.000 krónur og útgávusáttmála við Forlag H.N. Jacobsens.

– Hóast bert ein vinnarin verður kosin, so hevur kappingin onkursvegna birt undir ein skrivihug til skaldsøgur, ið hevur ført við sær, at fleiri upprunaføroyskar skaldsøgur eru útgivnar seinastu árini. Tað er millum annað við hesum í huga, at bókahandlarnir Rit og Rák, Alfa Bókhandil, Bókabúðin og H.N. Jacobsens Bókahandil eru farnir undir hesa kapping enn einaferð, skriva tey í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder