Uttanlands

Níggju ST-starvsfólk kunnu hava luttikið í álopi á Ísrael

Sambært ST eru prógv fyri, at níggju starvsfólk hjá ST- felagsskapinum UNRWA kunnu hava havt ein leiklut í álopinum 7. oktober í fjør

Ísraelski býurin Ashkelon 7. oktober 2023 (Mynd: EPA)

Ísraelski býurin Ashkelon 7. oktober 2023 (Mynd: EPA)

2024-08-06 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Níggju starvsfólk hjá UNRWA, ST-felagsskapinum fyri palestinskar flóttar, kunnu hava havt ein leiklut í álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober í fjør, og tey verða øll uppsøgd, sigur ST.

– Fyri níggju persónar eru prógvini nóg mikið til at staðfesta, at tey kunnu hava luttikið í álopunum 7. oktober, sigur Farhan Haq, talsfólk sambært Ritzau, sum leggur afturat, at tað nú verður arbeitt við at endaliga at staðfesta, hvat er farið fram.

Greitt verður ikki nærri frá, hvønn leiklut hesi níggju starvsfólkini kunnu hava havt í álopinum.

– Fyri okkum er einhvør luttøka í álopunum at svíkja ta arbeiði, sum vit skulu eitast at gera vegna palestinar, sigur Haq.

ST hevur kannað ákærur hjá Ísrael um, at í minsta lagi 12 starvsfólk skulu hava luttikið í álopinum hjá Hamas 7. oktober, og hesar ákærur fingu nógv lond - harímillum USA - at steðga fíggingina til UNRWA, og hetta hótti arbeiðið hjá felagsskapinum við at veita neyðhjálp til Gaza. Síðani er fleiri lond tó aftur farin at stuðla UNRWA.

19 starvsfólk vórðu kannað, og niðurstøðan er, at har eru prógv, sum geva ábendingar um, at níggju teirra høvdu ein leiklut í álopinum. Hjá níggju øðrum vóru ikki nøktandi prógv, og hjá einum var prógvað, at viðkomandi ikki hevði nakað við álopið at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder