Innanlands

Níggju tilburðir í gjár

Í løtuni eru 121 smittað í Føroyum

2021-10-06 13:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár vóru níggju nýggir koronatilburðir staðfestir í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónar eru smittaðir her á landi, og smittukeldurnar eru kendar.

Tilsamans vórðu 1.341 kanningar gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 121 smittað í Føroyum, ein teirra innlagdur.

36.538 fólk hava nú fingið tvey prik við koppsetingarevni. Tað svarar til 68,2 prosent av samlaða fólkatalinum og 82,6 prosent av fólkunum, ið eru 12 ár og eldri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder