placeholder
Mentan

Níggjunda jólatræið úr Reykjavík

Tað er nú vorðin først siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ til Havnar í november

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-11-28 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinanapartin í gjár varð jólatræið tendrað á Vaglinum í Havn, og eins og undanfarin ár var træið komið úr Íslandi.

Tað er nú vorðin føst siðvenja, at Reykjavíkar býráð sendir jólatræ úr Heiðmørkini uttanfyri Reykjavík til Havnar í november. Træið, sum varð tendrað í gjár, varð plantað í 1960, og siðvenja er, at borgarstjórin í Reykjavík undir lítlum hátíðarhaldi er við til at fella træið, sum Eimskip síðan flytir til Føroya. Samstundis verður træið til Austurvøll í Reykjavík felt.

Sambært Tórshavnar kommunu er hetta níggjunda árið á rað, at Havnin fær jólatræ sum gávu frá Reykjavíkar kommunu. 

Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi Havnini eitt stórt jólatræ, og umboð fyri Reykjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum ári, tá træið verður tendrað í Havn, undantikið í fjør, tá onki hátíðarhald var orsakað av koronastøðuni.

Í gjár, tá jólatræið varð tendrað, var tað Anne Mette Greve Klemensen, ið legði fyri, og síðani bar Tórdis Lóa Tórhallsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, heilsu úr Íslandi, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, røðu.

Sí eisini: Myndir: Julius og Rógvi tendraðu jólatræið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder