Mentan

Nógv á skránni til Ovastevnu

Ovastevnan verður um vikuskiftið

2018-08-01 17:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Um vikuskiftið verður Ovastevnan og Nólsoyggin verður uttan iva full av vitjandi úr øllum Føroyum. Nógv er á skránni til Ovastevnuna, sum byrjar fríggjadagin og endar mánadagin.

Fyrsta stóra tiltakið á stevnuni er fríggjadagin kl. 19, tá Tjaldið á keiini letur upp, har Feedback traðkar á pallin klokkan 23. Í Royndarhúsinum verður kabarettin Cabakéum 2.5, meðan Aftankvirra verður í Nósloyarkirkju, áðrenn sálmasangur og andakt við Hanusi Pál Jógvansson verður í kirkjuni.

Leygarmorgunin verður svimjingin um Nósloyarfjørð. Svimjararnir hoppa útí klokkan 09.45 og fyrstu svimjararnir eru væntandi í Nólsoy klokkan 11. Klokkan 10 verður morgun-svimjitreff á Malarenda og havsvimjing á víkini.

Henrik Old, landsstýrismaður setur stevnuna undir Mikkjalsvegi klokkan 14. Havnar Hornorkestur spælir til setanina.

Leygardagin verður eisini rennikapping, dansur, barna- og familjutiltak, listaframsýning, fótbóltsdystur, útimøti, regatta og felagssangur.

Sunnudagin verður eitt nú gudstænasta við Ann Dahl Hansen, presti.

Stevnan endar mánadagin, har kabarettin Cabaléum er tað seinasta á skránni klokkan 20.

Øll skráin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder