2019-03-23 10:22
Talan var um eina hendingaríka nátt hjá løgregluni. Í fýra førum mátti løgreglan út at steðga fullum fólki á skeinkistøðum kring landið.
Um 3.30 tíðina var ein maður heldur ófriðaligur á matstovu í Havn. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð burturvístur av matstovuni. Hálvan tíma seinni var annars maður eisini vorðin harðligur á skeinkistaðið, men løgreglan kom á staðið og hesin maðurin varð eisini burturvístur.
Í Fuglafirði vóru tveir menn farnir til hendurs. Mennirnir fingu bót fyri brot á politiviðtøkurnar.
Annars varð bilur steðgaður við fimm fólkum. Tvey fólk vórðu ákærd fyri at hava amboð til hassjnýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald