Nógv fólk vóru í býnum í Havn í nátt, og løgreglan hevur eisini havt úr at gera.
Ein maður varð í nátt handtikin fyri at vilja berjast við duravørin á einum skeinkistaði. Tá løgreglan kom á staðið, fingu tey ikki sissað hann, og tí varð avgerð tikin um at taka hann við á politistøðina at sova rúsin av sær.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at maðurin varð leyslatin klokkan hálgvum tíggju í morgun, og at hann fær eina bót uppá 800 krónur fyri brot á politiviðtøkuna.
Eisini var eitt harðskapsmál í nátt, har ein maður endaði í asfaltinum og fekk nakrar snuddir í høvdið. Løgreglan er enn í ferð við at kanna málið, og tí ber ikki til at siga so nógv um tað í løtuni, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Klokkan fimm í morgun varð ein maður eisini skuldsettur fyri herverk fyri at hava sparkað eina bilhurð.
Eisini hevur løgreglan í fleiri førum hjálpt full fólk heim, og eisini hava tey sent sjúkrabil eftir onkrum, sum vóru komin illa fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald