Nýggj viðgerð og handfaring av beinsárum hjá fólki við diabetes hevur havt við sær, at nógv færri beinamputatiónir verða gjørdar á Landssjúkrahúsinum hjá sjúklingum við diabetes enn áður.
Í 2023 vórðu 16 beinamputatiónir hjá diabetessjúklingum framdar á Landssjúkrahúsinum. Árið eftir minkaði talið niður í ein triðing, og ábendingar eru um, at tað fer at minka uppaftur meira.
Nýggju viðgerðarhættirnir eru grundaðir á gransking í Danmark og tillagaðir til brúk í Føroyum í samstarvi millum Steno miðstøðina og sárambulatoriið á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum, skrivar Granskingarráðið.
Jan Rasmussen, leiðandi yvirlækni á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum sigur, at títtliekin av beinamputatiónum í Føroyum var nógv hægri í mun til fólkatalið enn í grannalondunum, og er tað eitt stórt framstig, at sjúklingar við diabetes nú í stóran mun sleppa undan at fáa tikið beinið.
- Nýggju viðgerðirnar fyri beinsár eru eitt gott dømi um, hvussu vit við at brúka vísindaliga grundaða vitan kunnu gagnnýta okkara tilfeingi nógv betri. Vitanin er spjadd út til ymsar fakbólkar og sparir okkum tíð, pengar og orku, sigur Jan Rasmussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald