Fólkatalið í Føroyum var tann 1. mai 51.705. Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 184 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av dreingjum í føðitalinum og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki, so samanlagda úrslitið varð 178 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er ein trendur, ið hevur verið síðani árskiftið 2018-19, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Eisini vøkstur í burðaravlopinum
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðarskeið 2017/18 var burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) væl størri í hesum seinasta 12-mánaðarskeiðinum, 294 nú móti 223 undanfarna skeiðið. Hetta kemur av, at føðitalið var 41 fleiri og deyðatalið 30 færri. Burðaravlopið varð sostatt 71 størri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald