Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Nógv størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 187 fleiri mannfólk enn konufólk. Samstundis var ein lítil yvirvág av gentum í føðitalinum við 9 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 34, so samanlagda úrslitið varð 184 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.
Soleiðis skrivar Hagstovan í sambandi við at nýggjastu íbúgvaratølini eru gjørd upp. Tølini vísa, at 1. februar búðu 51.440 fólk í Føroyum, 844 fólk fleiri enn 1. februar 2018.
Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga fyrsta ársfjórðing í 2018 og aftur nú í januar 2019, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.
Íbúgvahagtølini vísa eisini, at tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 480, Runavíkar við 72 og Klaksvíkar við 64. Lutfalsliga er vøksturin 2,3 prosent í Tórshavnar, 1,8 í Runavíkar og 1,2 prosent í Klaksvíkar kommunu.
Síðani miðalstóru kommunurnar, Vága við 43, Eystur við 40, Sjóvar við 37, Nes við 35, Sunda við 34 og Fuglafjarðar við 32.
Av hesum er lutfalsligi vøksturin størstur í Sjóvar kommunu við 3,6 prosentum.
Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Eiðis, Porkeris, Sands og Kunoyar kommunum.
Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs kommunu við 25 fólkum, 8 í Hvalbiar og Skopunar og 7 í Kvívíkar.
Samanumtikið er vøkstur í 19 kommunum og stillstøða ella minking í 10.
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, uttan í Sandoy og Suðuroy.
Av útoyggjum er lutfalsliga stórur vøkstur í Nólsoy við 7 fólkum. Í Svínoy veksur við 1. Í Koltri og Stóra Dímun er óbroytt, meðan tað minkar í Kalsoy (-8), Hestoy (-6), Skúvoy (-2) og Mykinesi (-2).
Tabellir og grafar eru at síggja á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald