Innanlands

Nógv flest dreingir í sertilboðum

150 av teimum 219 næmingunum, sum hetta skúlaárið ganga í sertilboði, eru dreingir. Í prosentum er munurin tó minkandi - sertilboðini eru nú vorðin fleiri í tali og eru kring alt landið, skrivar Skúlablaðið

- Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt. Skúlaárið 2019/20 vóru 136 næmingar og hetta skúlaárið 219. Kynsbýtið hevur øll árini verið stór yvirvág av dreingjum (Mynd: Skúlablaðið)

- Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt. Skúlaárið 2019/20 vóru 136 næmingar og hetta skúlaárið 219. Kynsbýtið hevur øll árini verið stór yvirvág av dreingjum (Mynd: Skúlablaðið)

2022-12-29 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast dreingir eru í stórum meiriluta í sertilboðunum kring landið, minkar munurin, úr uml 80 prosentum skúlaárið 2019/20 til gott 68 prosent hetta skúlaárið.

Soleiðis skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.

Samanlangt ganga ganga 219 næmingar í sertilboði hetta skúlaárið - 2022/2023. Harumframt eru 11 næmingar í Lopfjølini, sum eisini er sertilboð, umframt 59 næmingar í serskúlanum, Skúlanum á Trøðni.

- Talið á næmingunum í sertilboðunum er vaksið støðugt. Skúlaárið 2019/20 vóru 136 næmingar og hetta skúlaárið 219. Kynsbýtið hevur øll árini verið stór yvirvág av dreingjum. Skúlaárið 2019/20 vóru 109 dreingir og 27 gentur. Hetta skúlaárið er kynsmunurin minni, 150 dreingir og 69 gentur.

Um hugt verður eftir samlaða næmingatalinum hetta skúlaárið, so ganga 3,4 prosent av næmingunum í sertilboði. Tá er næmingatalið í Skúlanum á Trøðni ikki tikið við, upplýsir Skúlablaðið. Tilboðini innan økið eru vaksandi: 

- Gongdin seinastu árini hevur verið, at sertilboðini eru vorðin fleiri í tali. Tey eru nú kring alt landið – á Skúlatrøð í Klaksvík, í Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Fløtum (Guli skúli) í Havn, Sørvágs skúla, Tvøroyar skúla, Vágs skúla og Vestmanna skúla.Nýggjasta sertilboðið er í Vestmanna skúla.

Størstu sertilboðini eru á Skúlatrøð við 56 næmingum og í Gula skúla í høvuðsstaðnum við 52 næmingum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder