Innanlands

Nógv flest Nissan seldir í apríl

Heili 62 bilar av slagnum Qashqai vóru skrásettir í síðsta mánað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-05-02 21:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Akstovan kunngerð hvønn mánað yvirlit yvir nýggjar skrásettar bilar, og hesaferð liggur Nissan, sum Auto Service selur á ovasta plássi.

Heili 67 bilar av slagnum Nissan eru seldir. Harav 62 Nissan Qashqai, har stórur partur uttan iva eru leigubilar.

Næst á listanum er Ford, sum Wenzel selur, við 38 skrásettum bilum, og á triðja plássi er Volkswagen við 31 bilum.

Samlað fyri árið higartil er Volkswagen mest seldi bilur við 128 skrásettum bilum. Nissan er á øðrum plássi við 110 bilum, og Renault á triðja plássi við 107 bilum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder