Innanlands

Nógv fólk á Mentanarnátt í høvuðsstaðnum

Tað vóru serliga nógv ung fólk í býnum, og tað hevur givið løgregluni nakað av arbeiði í nátt – Trý ung endaðu í bardaga í miðbýnum, og fáa tey helst eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-07 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Mentanarnáttina í Havn vóru nógv fólk í býnum í nátt, og eitt, sum løgreglan hevur lagt til merkis er, at tað vóru øgiliga nógv ung fólk undir 18 ár sum høvdu fingið ov nógv niðurum, og tað hevur givið løgregluni nakað av arbeiði í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at løgreglan í nátt hevur koyrt eini fimm-seks ung fólk til hús. Eisini endaðu nøkur ung fólk í bardaga í miðbýnum í Havn.

Onkur tók hendingina upp á video, men eingin royndi at steðga bardaganum, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at talan var um trý ung fólk millum 15 og 18 ár, og fáa tey helst eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sigur vaktleiðarin.

Í nátt hevur løgreglan eisini tikið ein bilførara fyri at koyra ávirkaður. Viðkomandi var steðgaður í hvøuðsstaðnum stutt eftir klokkan hálvgum fýra, og er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder