Mentan

Nógv fólk á ovastevnu

– Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás, siga fyriskiparar

(Mynd: Evy Toftagaard Nielsen)

(Mynd: Evy Toftagaard Nielsen)

2022-08-14 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu, og ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, sjónleik og felagssang.

Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun kl 5:30, men tá var bygdin framvegis full av fólki, so Ternan sigldi eykatúrar, til allir stevnugestirnir vóru fluttir trygt um fjørðin. Eisini vóru met nógvir bátar við bryggju í Nólsoy leygardagin, so fyriskipararnir vænta at met nógv fólk hava verið á stevnu í ár, verður sagt í tíðindaskrivi.

– Hóast talan eru eina stóra mongd av fólki, á lutfalsliga lítlum øki, hevur alt gingið uppá stás. Hetta er helst tí, at bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

– Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var einastandandi gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju. Fyriskipararnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna og gleða seg at bjóða aftur á ovastevnu í Nólsoy 11.-13. august í 2023.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder