Franska marglætisferðamannaskipið Le Bellot kom inn eftir Trongisvágsfirði fyrr í dag. Lagt varð at tíðliga seinnapartin.
Skipið er bygt í 2020 og hoyrir til reiðaríið Ponant.
Tvøroyar kommuna skrivar, at Le Bellot er 131 metrar langt og manningin telur 110. Við skipinum eru 126 ferðafólk.
- Snotiliga le Bellot hevur vitjað á Tvøroyri áður og kemur, eftir ætlan, aftur bæði í 2027 og 2028.
Komandi dagarnar fær Tvøroyri vitjan av enn tveimum øðrum ferðamannaskipum, tá Sea Spirit og Le Lyrial vitja. Tað seinna hoyrir, eins og dagsins hjá Ponant
Hesi skipini koma ávíkavist 24. og 27. mai.
- Ferðamannaaskipini eru altíð eitt greitt tekin um, at summarið av álvara nærkast og vit vóna at gestirnir fáa eina góða uppliving, meðan tey vitja í oynni, skrivar tvk.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald