
Síðani 2021 hevur verið arbeitt fram ímóti at fáa nýggjar umstøður til Musikkskúlan á Toftum, og nú er komið á mál.
- Nógv fólk møttu at síggja snotuligu hølini og hoyra tónleikabólkarnar framføra. Eisini nýttu fleiri høvi at bera Nes Sóknar Musikkskúla góðynski.
Hetta skrivar Nes kommuna á heimasíðu sínari um móttøkuna, sum var í Tofta skúla í gjár í sambandi við, at nýggju hølini vórðu handað Musikkskúlanum.
Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, sigur, at musikkskúlaleiðarin var tann fyrsti, sum kom inn á skrivstovuna, eftir at hann í januar 2021 var komin í borgarstjórasessin. Leiðarin bar sítt ynski fram um betri hølisumstøður, og síðani hevur verið arbeitt við hesum.
Í fjør varð peningur avsettur til at umvæla gamla køkin í skúlanum til Musikkskúlan. At umvæla í einum gomlum bygningi kann verða avbjóðandi, so kostnaðurin er áleið 1,9 milliónir við øllum, skrivar nes.fo.
Í røðu síni takkaði borgarstjórin eisini øllum fyritøkum og øðrum, sum hava virka til, at Tónalon er vorðin veruleiki:
Røðan hjá Súna í Hjøllum og fleiri myndir frá tiltakinum síggjast á nes.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald