Nógv fólk var komið saman í stóru samkomuhøllini á Vestaru Bryggju at hoyra spírandi íverksetarafyritøkur greiða frá teirra ætlanum og at fáa innlit í fyritøkurnar, sum Claus Meyer hevur verið við til at stovað.
Hugskotið og Visit Tórshavn bjóðaði til tiltak, har danski Claus Meyer greiddi frá síni søgu vinnulívsmaður. Harumframt vóru fleiri nýggjar føroyskar íverksetarasøgur at hoyra.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt røðu, har hon millum annað gleddist um arbeiðið hjá hugskotinum og tað arbeiði, sum verður gjørt við ferðavinnu í kommununi. Eisini nevndi hon bragdið hjá KOKS, sum nú hevur tvær Michelinstjørnur og sum avgjørt fer at gera sítt til at ferðafólk koma at vitja kommununa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald