Mikudagin 29. september var altjóða ST-dagur fyri tilvitan um matvørusvinn- og oyðsl, og í hesum sambandi bjóðaðu Umhvørvisdeildin hjá Tórshavnar kommunu og Slow Food Føroyar til burðardyggan hugna í Posthúskjallaranum.
Umleið hundrað fólk løgdu leiðina framvið, tá Hotel Brandan bjóðaði ískaffi og køku úr avlopsvøru, DJ Übernörd diskaði diskotónleik og øll hjálptust um at skera avlopsgrønmeti, meðan kokkurin, Súsanna Danielsen, skipaði fyri leskiligari súpan til øll, skrivar Tórshavnar kommuna.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Rógvi Mikkelsen, hotelleiðari á Hotel Brandan, Ejler Johannesen, marknaðarføringsleiðari hjá P/f Poul Hansen og Áhandli og Bjørg Dam, forkvinnan í Náttúru- og Umhvørvisnevndini hugleiddu um matoyðsl og um, hvat vinnan og kommunan kann gera fyri at minka um nøgdirnar av góðum matvørum, ið verða blakaðar burtur.
Tá tiltakið endaði, tóku fólk avlopsgrønmeti heimvið.
Fleiri myndir frá tiltakinum eru at finna á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald