Innanlands

Nógv hava trupulleikar í ferðsluni

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at nógvar fráboðanir eru komnar seinastu tímarnar, millum annað tí at bilar standa fastir - tó er eingin fólkaskaði. Tað eru millum annað stórar avbjóðingar á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, í Gøtudali og á Gøtueiði

Lang bíðirøð á Gøtueiði seinnapartin (Mynd: Hans Vestergaard)

Lang bíðirøð á Gøtueiði seinnapartin (Mynd: Hans Vestergaard)

2021-04-08 18:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvur kavi og krapi, umframt nógv hálka og rok hava gjørt, at tað hevur verið trupult hjá fólki at millum annað koma heim úr arbeiði seinastu tímarnar.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at nógvar fráboðanir eru komnar seinastu tímarnir frá persónum, ið hava havt trupulleikar í ferðsluni. Tað er serliga á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, í Gøtudali og á Gøtueiði at avbjóðingar hava verið, og bilar eru millum annað farnir á glið og hava staðið fastir - summir standa eisini fastir í løtuni.

Á Sandavágshálsi stóð ferðslan í stað eina løtu seinnapartin, tá ein bilur rendi seg fastan. Gravkúgv kom á staðið. Hetta skrivar jn.fo, ið eisini skrivar, at tað er nógv jarðrok um Hálsin, tá ið alini ganga.

Tað er ógvuliga torført at koyra, og Landsverk er úti og hjálpir og ávarar á heimasíðu sínari um líkindini.

Les eisini: 
Hava avlýst á flestu leiðunum
Vánalig koyrilíkindi á Vestmannavegnum og á Oyndarfjarðarvegnum

Vakthavandi vísur júst á, at allar maskinur hjá Landsverki eru úti. Hann sigur, at eingin fráboðan er komin um fólkaskaða í ferðsluni í dag.

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder