Innanlands

Nógv mál á skránni í tinginum í dag

Fýra mál eru til triðju viðgerð

2019-03-21 10:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingsfundur varð settur klokkan 10 og heili 13 mál eru á skránni.

Fýra tær fyrstu viðgerðirnar eru triðju viðgerðir. Tað eru trý ríkislógartilmæli, og ein broyting í løgtingslóg. Ríkislógartilmælini eru tilmæli um upplýsingar í samband við flyting av pengum og tvey tilmæli um at fyribyrgja hvítvask og fígging av yvirgangi. Broyting í løgtingslóg er um avgjøld við skráseting av motorakførum.

Hinar níggju viðgerðirnar eru mál til fyrstu viðgerð.

Skráin er hendan:

1.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

2.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

3.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven..

4.    3. viðgerð: Løgtingsmál nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember 2020)

5.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 116/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til at útvega úttanhýsis fígging til at byggja tjóðleikhús
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 125/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Málið verður beint í Vinnunevndina

7.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 126/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Brúksskylda, menningarkvotur, rættindi í fiskidagaskipanini og aðrar tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)
Málið verður beint í Vinnunevndina

8.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 128/2018: Uppskot til løgtingslóg um kóp (Kópalógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

9.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 117/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Ásetingar um samfelagsfrøði, sang og tónleik, morgunsang, at nýta tveir tímar av kravda tímatalinum í 1.-9. flokki til serlig átøk, skúlasamstarv millum kommunur, skúlasamanlegging og ..)
Málið verður beint í Mentanarnevndina

10.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 150/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (morgunsangur)
Tingmálini nr. 117 og 150/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Mentanarnevndina

11.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 120/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

12.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 141/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja húsarhaldsskúla í Klaksvík
Málið verður beint í Fìggjarnevndina

13.    1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 149/2018: Uppskot til løgtingslóg um studningslán til at byggja ítróttaháskúla í Suðuroy
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

14.    Framløga

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder