Innanlands

Nógv samskifti um farleiðina til og frá Eysturoyartunlinum

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 vóru 2,5 mió. kr. settar av til endamálið

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-01-17 06:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Runavíkar kommuna og Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hava havt nógv samskifti um at farleiðin til og frá Eysturoyartunlinum, eystanfyri við Skálafjørðin.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2018 vóru 2,5 mió. kr. settar av til endamálið, og í hesum árinum hevur løgtingið raðfest ætlanina um innkomuveg við fýra mió. kr. Tað hevur verið arbeitt við einari ætlan í drúgva tíð. Skitsuætlanin hevur leingi verið tøk, og nú verður tann ætlanin neyvætlað. Tað hevur verið frammi, at frægasta loysnin er at gera eina verklagslóg, sum umfatar alla verkætlanina, og eitt tak er at finna fram til, hvør landsins og kommununar partur skal vera í hesi ætlan, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Strategiska ætlanin viðvíkjandi Eysturoyartunlinum eigur at vera, at farleiðin av Skipaneskrossinum út í tunnilin, í Rókini, verður skynsamiliga skipað, dagførd í mun til nýkomna undirstøðukervið undir Tangafirði, og at tunnilin úr Gøtudali undir Valaknúkar og vegurin omanfyri bygdina í Skálafirði verða framd í verki. Tá roknast kann við, at tunnilin undir Valaknúkum liggur aftanfyri Hvalbiartunnilin, tunlarnar Norður um Fjall og Vestmannatunnilin í almennu raðfestingini, er alneyðugt, at farleiðin á eystara armi við Skálafjørðin fæst í rættlag sum skjótast, skal ruðuleiki ikki spyrjast burturúr nógv øktu ferðsluni í økinum, eftir at Eysturoyartunnilin er tikin í nýtslu.

Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, hevur skilt álvaran í málinum, somikið varð staðfest á fundinum í Portugalinum í dag, skrivar Runavíkar kommuna at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder