Spurnarkanningin, sum Tórshavnar kommuna gjørdi undir átakinum Tórskvøld í Aalborg í farnu viku, vísti greitt, at heili 85 prosent av útisetunum ynskja at búgva í egnum húsum, tá tey flyta heimaftur til Føroya.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni í dag.
Vituligt er, at tað kann vera trupult at koma av skúlabonki og at flyta beinleiðis í nýggj hús. Tí vísir kanningin eisini, at 44 prosent ynskja, at ein leiguíbúð er tøk ta fyrstu tíðina, tey eru flutt heim. Men einans 4 prosent ynskja at verða búgvandi í leiguíbúð. 12 prosent ynskja at búgva í eigaraíbúð.
Tá spurt varð, hvussu útisetarnir ætlaðu at búgva ta fyrstu tíðina, eftir at tey eru flutt heim, svaraðu sum sagt 44 prosent, at tey ynsktu sær eina leiguíbúð, 31 prosent ætlaðu sær at flyta beinleiðis í egin hús, og 22 prosent ætlaðu at búgva hjá familju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald