Innanlands

Nógv til felags við karibiskt oyggjasamfelag

Tjóðsavnið skipar í næstu viku fyri fyrilestri við amerikonskum granskara um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-06-09 11:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tjóðsavnið skipar fyri almennum fyrilestri við amerikanska granskaranum Russell Fielding um mentan og siðvenjur í sambandi við grind í karibiska St. Vincent & Grenadines og í Føroyum.  

Hóast Føroyar kunnu tykjast fullkomiliga ólíkar einum karibiskum oyggjasamfelagi, hava vit nógv til felags - eitt tætt samband við havið og tilfeingið, havið gevur. Fyrilesturin tekur støði í 20 ára gransking um mentanarliga og búskaparliga leiklutin, grindin hevur havt, og enn hevur í teimum báðum oyggjasafeløgunum.

Russell Fielding er lektari í geografi á HTC Honors College á Coastal Carolina University í USA. Hann hevur skrivað bókina “The Wake of the Whale: Hunter Societies in Caribbean and North Atlantic”. Bókin verður til sølu og rithøvundurin kann signera hana.

Fyrilesturin verður hóskvøldið 15. juni kl. 19 á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder