Innanlands

Nógvar avlýsingar í morgun

Ringa veðrið ávirkar samferðsluna í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-22 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Strandfaraskip Landsins avlýsa hópin av rutum í dag vegna ringa veðrið.

Nærum øll bussferðsla er avlýst og á sjónum eru tað leiðirnar út í Hest og til Nólsoyar, sum higartil eru avlýstar.

Nærri kunning á heimasíðuni hjá Strandferðsluni https://www.ssl.fo/

Eisini Bussleiðin í Havn avlýsir í morgun vegna vind. Talan er um leiðirnar 4 og 5. Tað eru leiðirnar, sum koyra til Kollafjarðar, Kaldbaks og Velbastaðar/Kirkjubøar.

Eisini skúlar avlýsa. Í morgun lýsti útvarpið við av hópin av avlýsingum. Tær koma frá Runavíkar kommunu, skúlanum á Giljanesi, Skála skúla, Tofta skúla, Skúlatrøð í Klaksvík, Skúlanum við Streymin, Hósvíkar skúla, skúlanum í Eysturkommunu, skúlin og dagstovnurin á Velbastað, Hvalvíkar skúla, Fuglafjarðar skúla, Kollafjarðar skúla og Sandoyar meginskúla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder