Innanlands

Nógvi vindurin seinkar flogferðsluna

Bæði Atlantic Airways og SAS útseta komur

2019-02-15 10:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvi vindurin í dag ávirkar eisini flogferðsluna. Tvey flogfør skuldu seta seg um middagsleitið, men hesi eru bæði tvey útsett áleið tveir tímar.

Hjá Atlantic Airways siga tey, at orsøkin er vindurin, sum verður á flogvøllinum um middagsleitið.

- Flogfarið hjá okkum verður seinkað áleið tveir tímar orsaka av nógva vindinum, sum verður eftir middag. Veðrið batnar aftur um 13:30 til 14:00, so tá setir flogfarið seg væntandi. Ferðafólkið hevur fingið boð um seinkingarnar, siga tey í Atlantic Airways.

Flogførini, sum verða seinkaði í dag eru RC402 hjá Atlantic Airways úr Keflavík. Og SK1777 hjá SAS úr Keypmannahavn. RC402 skuldið seta seg kl. 11:50, men er í løtuni útsett til 14:00, meðan SK1777 skuldi seta seg kl. 12:15, men er í løtuni útsett til kl. 14:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder