Innanlands

Nógvir bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt

Fleiri bilar vórðu avdúkaðir fyri ov høga ferð á landsvegnum millum Fjarða og á einum strekki við niðursettari hámarksferð í Klaksvík

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-04-01 08:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði úr at gera við at klippa koyrikort í gjár. Ein long røð av bilum vórðu avdúkaðir fyri ikki at halda seg innan fyri loyvdu hámarksferðina.

Um morgunin gjørdi ferðsluløgreglan ferðmátingar á landsvegnum millum Fjarða í Eysturoynni. Har vórðu fýra bilar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tríggir, sum vórðu máldir til at koyra 102, 104 og 108 kilometrar um tíman fingu klipp í koyrikortið, meðan ein bilur, sum koyrdi 135 kilometrar um tíman helst fær eina treytaða frádøming av førararættinum.

Eisini var ein lastbilur máldur til at koyra 86 kilometrar um tíman har hægst loyvda ferð er 70. Hetta gevur eisini klipp í korgið.

Seinnapartin vórðu ferðmátingar gjørdar í Klaksvík á einum vegastrekki har hægst loyvda ferðin er sett niður á 40 kilometrar um tíman. Her fingu fimm bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava koyrt 57, 56, 57, 58 og 57 kilometrar um tíman. Mátingarnar vórðu gjørdar frá klokkan 16.30 og fram móti klokkan umleið 18.

Í Havn var ein bilførari tikin í gjárkvøldið við illtruna um at koyra við rúsandi evnum í blóðinum. Bloyðroynd varð tikin av viðkomandi, men úrslitið av royndunum er ikki komið enn.

Í nátt var saksurin frammi enn einaferð at klippa í koyrikortið. Tað var ein bilførari, sum øvugtan veg á einum vegastrekki við einvegis ferðslu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder